Fróði peikaði á Ronaldo

Føroyski landsliðsliðformaðurin Fróði Benjaminsen valdi Cristiano Ronaldo, sum heimsins besta leikara. Men tað var ikki nakað lætt val, viðgongur hann

Føroyski landsliðsliðformaðurin Fróði Benjaminsen valdi Ronaldo, sum heimsins besta leikara.

 

Tað eru liðformenn, venjarar og fjølmiðlar, sum hava kosið Cristiano Ronaldo sum ársins leikara – ella givið honum Ballon D'or heiðurin, sum tað eitur.


Fróði Benjaminsen var eitt sindur í iva um, hvønn hann skuldi velja. Hann hevur áður tikið Lionel Messi fram um portugisan, men í ár setti hann argentinumannin sum nummar tvey.


- Tað var rættiliga trupult at taka dagar í millum teir báðar. Men Ronaldo hevur verið ótrúliga stabilur í nógv ár. Í fýra ár hevur hann verið næstur í røðini eftir Messi, men tað hevur ikki tikið mótið frá honum. Hann hevur bara koyrt á, og í fjør hevði hann eitt fantastiskt ár. Tí valdi eg Ronaldo, sigur Fróði Benjaminsen.


Føroyar spældu tann 20. august 2008 venjingardyst móti Portugal. Fróði Benjaminsen var ikki við til tann dystin sjálvur, men tað var Cristiano Ronaldo heldur ikki, so teir báðir hava ongantíð dystast móti hvør øðrum.


Fróði Benjaminsen valdi Lionel Messi sum nummar tvey á listanum og Robin van Persie sum nummar trý. Liðformaðurin á føroyska landsliðnum dylir ikki yvir, at hann er United-fjeppari, men tað var ikki høvuðsorsøkin til, at hann eisini hevði hollendska áleyparan á listanum.


- Kanska spældi tað inn, at eg haldi við United, men eg meti, at hann hevði ómetaliga stóran týdning fyri Manchester United og var ein at stóru orsøkunum til, at teir gjørdust meistarar. At koma til eitt nýtt felag og spæla so væl, sum hann gjørdi, tað vísir eisini eina øgiliga styrki, vísir Fróði Benjaminsen á.

 

Fróði Benjaminsen gjørdist Ársins leikari og Ársins miðvallari í Føroyum í fjør. Eisini varð hann kosin Ársins leikari hjá HB.