Fronsk lesandi í starvsvenjing í Føroyum

Christelle og Clement úr Toulouse hava verið í starvsvenjing á Havstovuni

Í summar hava Christelle Nivoix og Clement Buttarelli, sum eru djóralæknalesandi á veterinerskúlanum í Toulouse í Fraklandi, verið í starvsvenjing á Havstovuni í seks vikur.

 

Í samband við djóralæknalesturin í Touluse verður kravt, at tey lesandi í seks vikur skulu í starvsvenjing á útlendskum granskingarstovni. Christelle og Clement settu seg tí í samband við Havstovuna, har tey byrjaðu um miðjan juni.

 

Christelle hevur verið á Uppsjóvardeildini, har hon fyrstu tríggjar vikurnar lærdi at kanna magar á sild, makreli og svartkjafti. Síðstu tríggjar vikurnar hevur hon verið við Jákup Sverra á makrelkanningum, har hon hevur kannað magar á veidda fiskinum.

 

Clement hevur verið á Fuglakanningardeildini, har hann serliga hevur hjálp til við feltarbeiðinum í samband við merking av fugli. Eisini hevur Clement hjálp til við árligu fuglateljingunum av lomviga, ritu og havhesti í Høvdanum í Skúvoy.

 

Nú starvsvenjingin er um at vera liðug, skulu Christelle og Clement skriva frágreiðing um arbeiðið, tey hava gjørt í starvsvenjingini. Frágreiðingin skal leggjast fram og próvdømast á djóralæknaskúlanum aftaná summarfrítíðina.

 

– Havstovan hevur verið glað fyri at havt Christelle og Clement í starvsvenjing og takkar teimum fyri tíðina.