Frumsagnir í orðum og myndum

Forkunnug bók

Frumsagnir - alheims sagnir og halgisøgur í orðum og myndum er heitið á áhugaverdari bók, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Skúlabókagrunnurin hava givið út í felag. Bókin er upprunaliga á enskum. Neil Philip hevur skrivað og Amy Tausen hevur týtt. Myndirnar eigur Nilesh Mistry.

Frumsagnir eru søgur um gudar og hetjur, um upphav og enda, um skapan og oyðing, lív og deyða.

Orðið frumsøgn er úr grikska orðinum mythos og kann merkja frásøgn, orð ella ætlan. Griksku frumsagnirnar eru ótømandi kelda í vesturlendskari list og bókmentum. Eisini á okkara døgum fáa listafólk og rithøvundar íblástur úr griksku frumsagnunum.

Men tær griksku sangirnar eru bara ein partur av frumsøgn heimsins. Har, ið fólk hava livað, hava frumsagnir verið. Tey hava sagt søgur, hvussu heimurin varð til, hvussu menniskju og dýr komu inn í heimin, og um gudarnar, ið tey dyrkaðu og tilbóðu. Men frumsagnir eru meira enn bara søgur, tí í hvørjari søgn er eitt sindur av veruleika.

Tá ið vit hoyra um allar frumsagnirnar hjá mannaættini, verða vit eisini eitt sindur ørkymlað. Hvussu skulu vit skilja hesar søgurnar, sum vóru so ómetaliga týdningarmiklar hjá teimum fólkunum, sum søgdu tær, og sum livdu við teimum?

Allar frumsagnir lýsa fyrst, hvussu heimurin varð til. Grikkar, norðbúgvar, egyptar, kinverjar, japanar, øll fólkasløg í Afrika og tær 5000 indiánatjóðirnar í Amerika hava hvør sína frásøgn um skapanina. Og bera vit hesar frásagnir saman, síggja vit eina hugtakandi mynd.

Sagnirnar í hesari bók eru bara ein lítil partur av gudasøgunum í heiminum, og meira er gjørt burtur úr hjá summum fólkasløgum, kanska tí, at vit vita meira um gudalæru teirra. Gudasagnirnar, ið vit vita um, eru bara eitt lítið brot burtur úr tí, sum upp gjøgnum tíðirnar hevur lýst trúgv og vón, ótta og tráan menniskjans.

Frumsagnir - alheims sangir og halgisøgur í orðum og myndum fer at verða hent hjá skúlum, ið eiga at ogna sær nøkur flokssett. Vit hoyra um gudarnar í Ásgarði, um Romulus og Remus, um riddararnar við runda borðið, um fílagudin, um kattagudinnuna, um ormin í fjøðurhami, um dreymatíðina og um mangt, mangt annað. Hvør er hvør í gudalæruni stendur aftast í bókini. Litmyndirnar gera sagnirnar í bókini spennandi og øðrvísi. Bókin er væl egnað at nýta í kristni, føroyskum, søgu, til bólkaarbeiði og frílestur. Bókin er eisini góð gávubók til hin forvitna, ið vil ogna sær størri vitan.

Frumsagnir - alheims sangir og halgisøgur í orðum og myndum er 191 síður í litum. Spf. Hestprent hevur staðið fyri prentgerðini, og hon er prentað í Spania. Hon kostar 180,- kr.