FSF bíðar eftir UEFA avgerðini

Tað verður vónað, at UEFA í kvøld ella tíðliga í morgin fer at gera av, hvussu tað verður við heimavøllinum hjá føroysku feløgunum í europeisku kappingunum

Í kvøld verður tað bíðað eftir avgerðini um, hvar NSÍ, KÍ og HB fara at spæla sínar heimadystir í Europa í summar

Myndaliga talað liggur bólturin í løtuni hjá UEFA. Tað sigur Andrass Thomsen landsliðssamskipari hjá FSF, sum hevur havt samskiftið við UEFA í sambandi við spurningin um, hvussu tað verður við heimavøllunum hjá føroysku feløgunum í europeisku kappingunum í summar.

 

Andrass Thomsen ynskir ikki at gera viðmerkingar til ítøkiliga málið. Hann vísir til Virgar Hvidbro, aðalskrivara í FSF, sum vit fleiri ferðir í dag hava roynt at fingið fatur á, men higartil er tað ikki eydnast.

 

Sum Sosialurin skrivar í kvøld, og sum in.fo var inni á fyrr í vikuni, so snýr hetta málið seg um ásetingarnar viðvíkjandi sóttarhaldi í Føroyum, um ein ella fleiri spælarar eru raktir av koronu. UEFA heldur, at føroysku ásetingarnar eru so strangar, at vandin er stórur fyri, at feløg aftur kunnu koma í somu støðu, sum Slovan Bratislava var í í fjør, tá ið dystur í europeisku meistarakappingini ímóti KÍ í Klaksvík var á skránni, men sum ikki varð spældur, tí onkrir av slovakisku spælarunum vóru smittaðir av koronu.

 

Aðrar vælvitandi keldur í føroyska fótbóltsheiminum enn FSF umsitingin vita at siga, at tað í dag hevur verið samskifti millum UEFA og FSF, og at Fótbóltssambandið roknar við, at svar fer at koma frá UEFA í kvøld ella tíðliga í morgin.

 

Í gjár sendi FSF frágreiðing frá landslæknanum um koronustøðuna í Føroyum til UEFA, sum í dag hevur spurt nýggjar spurningar. Og nú verður tað bíðað eftir svari frá UEFA.

 

UEFA hevur ætlanir um at flyta heimavøllin hjá KÍ og NSÍ og eisini HB, sum eftir ferðina í Albania fer at halda fram í Europa, úr Føroyum og uttanlands. Tað hevur verið nevnt í dag, at UEFA umhugsar at flyta heimadystirnar hjá føroysku feløgunum til Póllands. FSF roynir í sínum lagi - við hjálp frá heilsuliga myndugleikanum sum í hesum føri er landslæknin - at sannføra UEFA um, at støðan ikki er tann sama, sum hon var í fjør. Eitt nú verður víst á, at Ísland fyri stuttum hevur verið her við sínum landsliði, og at talan ikki var um trupulleikar viðvíkjandi koronu, tí spælararnir vóru isoleraðir og í sonevndari sosialari boblu.

 

Í kvøld verður tað bíðað eftir avgerðini um, hvar NSÍ, KÍ og HB fara at spæla sínar heimadystir í Europa í summar