FSF og korona: Soleiðis verða dystirnir fluttir

Fótbóltssambandið hevur kunngjørt, at landskappingin verður avgreidd 7. november

Fótbóltssambandið hevur kunngjørt, at dystirnir hjá B36 verða spældir hósdagin 4. og sunnudagin  7. november. Tað er áðrenn, at landsliðið samlast til landsdystirnar móti Danmark og Ísrael.

 

Tað hevur elvt til nógv kjak, nú seks spælarar hjá B36 eru endaðir í sóttarhaldi, eftir at ein spælari hevur fingið staðfest koronusmittuna. Tí hvussu skal kappingin nú avgreiðast, tá 27. umfar setur á skránni 30. oktober, og landsliðssteðgur er vikuna eftir.

 

Kappingarnevndin hjá FSF er komið til tað niðurstøðu, at 27. og seinasta umfar verður avgreitt eftir ætlan, tó at dysturin millum NSÍ og B36 verður útsettur til sunnudagin 7. novembur. Hartil verður dysturin millim B36 og Víking, sum upprunaliga skuldi spælast í gjár, verður spældur hósdagin 4. november.