FSF: Ongar ítøkiligar ætlanir um vetrarkapping

Fótbóltur: UEFA skipar næsta vetur fyri fyrstu innandurakappingini fyri landslið

Skal ein landsumfatandi fótbóltskapping fyriskipast um veturin er neyðugt, at Fótbóltssamband Føroya kemur uppí og samskipar eina slíka kapping.

Men í FSF eru í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um hetta. Tankar hava verið frammi um eina slíka kapping, og prátið hevur sum vera man eisini gingið innan FSF, men longur er ikki komið í hesum málið.

Áhugin fyri innandurakappingum í fótbólti er vaksandi uttanlands. DBU skipar fyri fyrstu DM-kappingini nú í vetur, og tey sum hyggja eftir satelittsjónvarpi munnu hesa ársins tíð dag og dag detta um innandurafótbólt við kendum feløgum og spælarum.

Eisini europeiska fótbóltssamgongan UEFA hevur nú tikið stig til eina innandurakapping fyri landslið.

Í vár skulu tilmeldingarnar gerast og næsta vetur verður so fyrsta kappingin av hesum slagi. Ein treyt fyri at vera við í hesi kapping er, at londini hava eina heimliga kapping í innandurafótbólti, og tí kunnu Føroyar sum er ikki vera við.

Kappingin hjá UEFA er uttan iva við til at skunda undir eina vetrarkapping í Føroyum eisini, tí tað er avgjørt áhugin hjá FSF og landsliðsvenjaranum, at føroysku landsliðsspælararnir eru í gongd um veturin eisini.