FSF setur ungdómin á breddan

Árliga ráðstevnan um barna- og ungdómsfótbólt verður í ár hildin 25. og 26. februar - Mynd: Hans Erik Danielsen

Fríggjadagin 25. og leygardagin 26. februar skipar Fótbóltssamband Føroya fyri árligu ráðstevnuni um barna- og ungdómsfótbólt, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Um alt gongur eftir ætlan, og koronafarsóttin hevur lagt seg, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri árligu ráðstevnuni um barna- og ungdómsfótbólt seinasta vikuskifti í februar mánað.

 

Stevnan er ætlað øllum barna- og ungdómsvenjarum, uttan mun til royndir ella útbúgving. Einasta krav er, at viðkomandi hevur áhuga fyri barna- og ungdómsvenjing.

 

Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt høvið at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðinum við barna- og ungdómsvenjing.

 

Høvuðsnavnið á ráðstevnuni í ár eru venjarar frá Coerver Coaching, ið koma at hava bæði fyrilestrar og venjingar. Harumframt vera framløgur frá føroyskum undirvísarum eisini.

 

Árliga ráðstevnan um barna- og ungdómsfótbólt verður í ár hildin 25. og 26. februar - Mynd: Hans Erik Danielsen