Leygardagin 30. mars 2019 bjóðar Fótbóltssambandið øllum børnum (5-12 ár) við tilflytarabakgrund til eitt fótbóltstiltak í Sandavági og á Eiði
- Flestu føroysk børn eru virkin í einum ella fleiri ítróttarfeløgunum og er hetta tí ein týdningarmikil partur av uppvøkstri og trivnaði í Føroyum. Við hesum tiltakinum, vilja vit fegin bjóða børnum við tilflytarabakgrund royna eina fótbóltsvenjing, skrivar FSF.
Bæði børn, sum longu spæla fótbólt og børn, sum ikki spæla fótbólt eru vælkomin at luttaka. Meðan børnini hugna sær á vøllinum, so bjóðar FSF øllum foreldrum til ein drekkamun, har greitt verður frá týdninginum at vera partur av einum ítróttarfelagið.
Tiltakið í Sandavági byrjar klokkan 10 á vøllinum, og tiltakið á Eiði byrjar klokkan 15 á vøllinum. Venjingarnar eru í ein tíma, og neyðugt er at melda seg til áðrenn á ath(at)fsf.fo.