FSF Varpið: Samanhald og menning í fokus

Mikudagin var stóri endabresturin fyri úrvalsvenjingina, sum í vetur hevur verið á Svangaskarði og á Tórsvølli, og hesaferð var serliga stórur dentur lagdur á at knýta spælararnar saman

Mikudagin var stóri endabresturin fyri úrvalsvenjingina, sum í vetur hevur verið á Svangaskarði og á Tórsvølli, og hesaferð var serliga stórur dentur lagdur á at knýta spælararnar saman.

 

FSF Varpið var við, tá áleið 80 ungir spælarar úr øllum landinum mikudagin savnaðust á Svangaskarði á Toftum til seinastu úrvalsvenjingina fyri summarsteðgin. Í videobrotinum niðanfyri kanst tú síggja og hoyra um nakað av tí, sum úrvalstilboðið hevur at bjóða fótbóltsglaða ungdóminum.

 

Umframt nógva dystarvenjing við smáum liðum, vóru eisini aðrir venjingarpostar við skipaðum spølum og kappingum á skránni, og hetta var gjørt við tí fyri eyga at menna samanhaldið millum spælararnar tvørtur um feløgini.

 

– Vit hava tilvitað valt at hava nógv fokus á tað sosiala og stuttliga, tí vit vilja geva spælarunum høvi til at knýta vinaløg tvørtur um feløg. Fótbóltur er ein liðítróttt, og tí er tað umráðandi at skapa trivnað og samanhald í umhvørvinum, samstundis sum vit eisini leggja okkum eftir at venja so dygdargott sum gjørligt, sigur Jógvan Martin Olsen, fótbóltsmennari hjá FSF.

 

Øll samrøðan við Jógvan Martin sæst eisini í videobrotinum niðanfyri.

 

##med2##