Tað eydnaðist ikki FSV04 at fáa fulla úrtøku, tá ið teir seinnapartin vitjaðu teir næstbestu hjá NSÍ.
Fyrra umfarið var málleyst, og tað var NSÍ, sum legði seg á odda, tá ið stórt korter restaði. Málið skoraði unglingaspælarin Klæmint A. Olsen úr høgru.
Lítla løtu seinni javnaði FSV04. Málskjútti var Hans Arne Ellefsen.
At FSV04 ikki megnaði fulla úrtøku ber við sær, at næstfremsta plássið ikki er so trygt hjá teimum nú, sum tað var eftir síðsta vikuskiftið.