Fuglareiður orsøkin til eld í gravmaskinu

Í morgun fór ávaringarskipanin eisini í gongd á einum eldrastovni í eysturbýnum í Havn.

Um 9-tíðina í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í einari gravmaskinu í Flatnahaga oman fyri Havnina. 

 

Løgregla og sløkkilið fóru á staðið, og eldurin í maskinuni varð sløktur. Løgreglan sigur, at spurningurin er, um maskinan kann gerast aftur.

 

Tað mugu neyvari kanningar staðfesta.

 

Vaktleiðarin sigur, at orsøkin til eldin helst var eitt fuglareiður inni í motorrúminum á gravmaskinuni. 

 

- Alt bendir á, at ein fuglur hevði bygt sær reiður inni í motorrúminum, og tá motorurin fór í gongd, og hiti kom í, kom eldur í reiðrið.

 

Vaktleiðarin sigur, at í morgun vóru eisini boð eftir sløkkiliðnum til ein eldrastovn í eysturbýnum í Havn, og her fór løgreglan eisini á staðið.

 

- Eldávaringin, sum stendur beinleiðis í samband við skipanina hjá Tórshavnar Sløkkiliði, fór í gongd, og sløkkiliðið fór á staðið.

 

Løgreglan sigur, at her var tað elektronikkur, sum var vorðin heitur. 

 

- Her var nógvur roykur, men lutfalsliga lítil eldur, sum starvsfólk fingu tamarhald á, áðrenn sløkkiliðið kom á staðið.

 

Vaktleiðarin sigur, at vandi ongantíð var á ferð á stovninum, og eftir góða útlufting var alt sum vanligt aftur.