Fuglfirðingar iðra seg

B36 liðformaðurin ásannar, at gestirnir vóru hepnir at vinna so stóran sigur, og hann fegnast um, at tað eydnaðist at halda tætt í verjuni

3-0 sigur oftast, at talan er um greiðan sigur. B36 vann í dag 3-0 í Fuglafirði, men bæði í B36 leguni og millum fuglfirðingar verður ásannað, at úrslitið er misvísandi sammett við tað, sum gekk fyri seg á vøllinum í Fløtugerði.

-Vit fegnast um sigurin, og vit fegnast serliga um, at einki mál fór ígjøgnum hjá okkum. Rói Mørk Hentze bjargaði brotssparki, og hann bjargaði eisini, tá ið Sámal Joensen heilt tíðliga var leysur frammanfyri málverjan hjá okkum, sigur B36 liðformaðurin, og hann heldur fram:

-Í seinna hálvleiki vóru vit ikki sannførandi. Sammett við í fjør er ÍF ikki at kenna aftur. Fuglfirðingar vunnu nógvar nærdystir, og tá riggaði samanspælið hjá okkum ikki so væl. At tað ikki eydnaðist teimum at skora bar við sær, at tað framvegis var eitt sindur eftir okkara treytum. Og so var tað heilt avgerandi, at Brian Jakobsen bæði skoraði og legði upp tað korterið, hann var á vøllinum. Honum fara vit heilt víst at hava brúk fyri, sigur Andrias H. Eriksen.

Hetta var fyrsta ferðin síðani 3-0 sigurin í øðrum umfari, at einki mál fór ígjøgnum hjá B36.

Ólavur Larsen er annar av ÍF venjarunum. Hann harmast 3-0 tapið, sum hann heldur vera misvísandi:

-Gongdin í dag minti nógv um, tá ið KÍ og HB vóru her. Í øllum hesum dystunum hava vit tapt við trimum málum, eftir at vit leingi hava verið væl við og kenna okkum hava spælt fyri at vinna stig. Stóri trupulleikin er, at vit ikki megna nóg væl at umseta málmøguleikar til mál. Tíverri misnýttu vit brotsspark, og vit høvdu eisini aðrar stórar møguleikar. Hugaligt var tað, at umframt Jákup Nolsøe Olsen í málinum, so stóðu tveir aðrir ungir fuglfirðingar seg væl. Sámal Joensen og Gundur E. Petersen eru góðir fótbóltsspælarar, og teir vóru við til at syrgja fyri, at vit í seinna hálvleiki vístu betri fótbóltsspæl enn B36.

Hvat sigur tú um B36 málini?

-Tað fyrsta var rættiliga avgerandi, meðan hini komu, tá ið vit spentu álopsbogan. Vit hava lagt nógv fyri at byrgja fyri, at mótstøðuliðini skora eftir deyðbóltar. Tí iðra vit okkum serliga nógv um, at B36 stutt undan steðginum skorar eftir hornaspark, og at Brian Jakobsen økir til 2-0 eftir fríspark, sigur Ólavur Larsen, annar av ÍF venjarunum.