Tíðliga í dag tapti B68 á útivølli ímóti NSÍ. Tað bar við sær, at ÍF við sigri á útivølli ímóti HB hevði møguleika at taka seg nærri triðja plássi og harvið møguleikanum at vinna uppflyyting.
Seinnapartin vóru fuglfirðingar í Gundadali, og teir fóru krøktir til hús aftur.
Í vánaligum líkindum vunnu teir næstbestu hjá HB 4-2. Tað ber við sær, at HB lyfti seg tvey stig upp um niðurflytingarstrikuna, meðan ÍF framvegis er fýra stig aftanfyri B68, sum er á triðja plássi og harvið hevur kós ímóti uppflyting.
Støðan eftir fyrra hálvleik var 1-1. Niklas Kruse legði HB framum, og ÍF liðformaðurin og miðvallarin Bogi Reinert Petersen javnaði.
Miðverjin Jan Ó. Ellingsgaard legði ÍF framum 2-1, men síðani snúði tað seg bara um HB, sum síðstu tjúgu minuttirnar skoraði trý mál og harvið vann 4-2. Niklas Kruse var tvífaldur málskjútti, tá ið hann javnaði til 2-2, Aron Clementsen legði HB framum, tá ið tað restaðu fimm minuttir, og í síðsta minutti staðfesti John Frederiksen heimasigurin.