Fult av fólki mótmælir uttan fyri Løgtingið

Tey mótmæla at Løgtingið leggur seg út í verkfallið hjá pedagogunum

Løgtingsfundur er í morgun og tá verður eitt heldur óvanligt mál lagt fyri Løgtngið. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnimálum, fer nevniliga at leggja uppskot fyri Løgtingið um at skerja verkfallið hjá pedagogunum.

 

##med2##

 

Verkfallið hjá pedagogfelagnum rakar Almannaverkið hart og stjórin hevur rætt og slætt boðað frá, at vandi er fyri lívi og heilsu. Helgi Abrahamsen sigur, at tí má hann reagera og endamálið við uppskotinum, sum nú verður lagt fyri Løgtingið, er at geva Almannaverkinum rætt til at kalla teir pedagogar til arbeiðis, sum tey siga, krevst fyri at lív og heilsa ikki verður sett í vanda.

 

##med3##

 

Síðani hava mótmælini heglað niður yvir Landsstýrismanin, løgmann, landsstýrismannin í fíggjarmálum, og løgmann. Fakfeløgini ávara ímóti at leggja upp í verkfalli og í gjár segði formaðurin í Starvsfelagnum, Súni Selfoss, at leggur Løgtingið upp í, væntar hann, at tað fer at vera buldrasligt.

 

##med4##

 

Tá ið løgtingsfundurin varð settur í morgun, var rættiliga nógv fólk uttan fyri Løgtingið, har tey mótmæla, at Løgtingið leggur upp í. Enn hevur tað ikki gjørt mun, tí uppskotið varð lagt fram í dag og tað kemur so til viðgerar fríggjadagin. Myndirnar eru tiknar uttan fyri Løgtingið í morgun.

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##