Fundurin í Løkshøll gav svar

Sum kunnugt havi eg spurt flokkarnar, sum stilla upp til danatingsval, um teir vilja sýta fyri at taka við pengum sum koma frá donsku stjórnini.

Eg vísti á, at eitt einmælt løgting eftir annan heimsbardaga vann sítt krav mótvegis donsku stjórnini um at vit skuldu fáa okkara egna landskassa. Vit noyddu stjórnina at sleppa kravinum um at hon hevði rætt at krevja upp skatt í Føroyum. Vit hava skyldu til at verja okkara tjóðskaparligu áhugamál eins og danska tjóðin skal verja síni. Ikki slepst undan at ósemjur kunnu koma okkara millum um býti av tí sum virði hevur. Tá er umráðandi at føroyingar tala við einari rødd, og tí ber ikki til at okkara mótpartur gevur okkara sendimonnum løn. Tá er vandi fyri at teir, tá á stendur, gerast ov danahallir.

Fyri at fáa skil á er bert ein leið, og hon er at flokkarnir fáa valt umboð á danating sum sýta fyri at taka við pengum frá donsku stjórnini.

 

Eingin av flokkunum svaraði. 

 

Spentur lurtaði eg eftir orðaskiftinum í Løkshøll sunnukvøldið. Mundi onkur av flokkunum skilja, at tað ikki ber til at okkara mótpartur lønar okkara umboðsmonnum?

 

Svarið var greitt.

Ikki ein av flokkunum segði at um hann vann, so skuldi hann ikki taka við freistandi tilboðunum frá donsku stjórnini fyri at fáa umboð hansara at gloyma at verja Føroyar okkara land.

Tað er tí ov vandamikið á hesum sinni at velja nakran av hesum listum.

 


Zakarias Wang