Funky yvirskot á Hálsi

Anastascia hevði yvirskot og imponerandi rødd

Tá løgini og eykaløgini vóru uppi, sang Anastacia eykalagið "Left Outside Alone" umaftur, hesaferð a capella. Soleiðis vísir man, hvussu nógv yvirskot man hevur. 

 

Tað var hetta við yvirskotið, ið merkti alla konsertina í stóru innandura konsert høllini á Hálsi. 

 

Hetta sama yvirskotið fekk Anastaciu at biðja áskoðararnar vera heilt stillar eina løtu, so hon kundi tosa við Marie Scaplehorn Hansen, ið var tann einasta, sum rætti hondina upp, tá hon spurdi okkum, hvør hevði sæð hana live áður. Men hetta yvirskotið var kryddið, ið gjørdi alla konsertina framúr góða. 

 

Røddin var imponerandi, og bólkurin funky. Hetta var ein 53 ára gomul songkvinna, ið hevur barst við krabbamein, crohn og hjartasjúku, men har var eingin orsøk at leita eftir umberingum, tí Anastacia leveraði hundrað prosent. 

 

Tey friðaligu og kontrikendu løgini sum "Cowboys and Kisses", "Overdue Goodbye" fingu ikki líka væl fatur í fjøldini, sum tey meira lívligu. Her vóru tað serliga "Sick and Tired", "Left Outside Alone", "Sweet Child o' Mine" og "I'm Outta Love", sum tendraðu fjøldina. 

 

 

 

Spælilisti

 

Not That Kind

 

Freak of Nature

 

Paid My Dues

 

Cowboys & Kisses

 

Overdue Goodbye

 

Sick & Tired

 

Why'd You Lie to Me

 

Made For Lovin' You

 

You'll Never Be Alone

 

Everything Burns

 

Who's Gonna Stop The Rain

 

Sweet Child O' Mine

 

I'm Outta Love

 

 

 

Eykaløg

 

Left Outside Alone

 

Left Outside Alone (A Capella)