Funnu ikki málið í Klaksvík

1. DEILD: Bæði heimaliðið og gestirnir høvdu fleiri møguleikar at avgera

Tað endaði málleyst, tá ið teir næstbestu hjá KÍ høvdu vitjan av FC Suðuroy. Felags fyri bæði liðini er, at tey stríðast fyri at sleppa undan at flyta niður. FC Suðuroy er niðast og hevði tí uppaftur meiri brúk fyri øllum stigunum enn KÍ. FC Suðuroy hevði møguleikar at skora sigursmálið, og heimaliðið hevði fleiri málmøguleikar enn gestirnir, men tað eydnaðist hvørgum partinum at fáa bóltin í meskarnar.

 

KÍ hevði bóltin á tvørtrænum í fyrra hálvleiki og á stólpanum aftanfyri Rana Nolsøe Johannesen í FC Suðuroy málinum í seinna hálvleiki, og FC Suðuroy hevði í seinna hálvleiki bóltin á stólpanum.

 

KÍ hevði bóltin meiri, og klaksvíkingar høvdu í seinna hálvleiki og eftir innlegg úr vinstru heilt stóran møguleika at skora, men tá ið roynt varð at stúta ímóti púra opna málinum, var Olaf K. Hansen óheppin at stýra bóltin framvið handara stólpa.

 

Hóast teir í FC Suðuroy ofta vóru pressaðir, so megnaðu teir fleiri ferðir at spæla seg til góðar møgulaikar, tá ið teir royndu seg við diagonalsendingum, og spælarin í mótsatta borði snýtki seg innum verjuna. Besti møguleikin var, tá ið Jonn Marni Lindenskov varð leysur, men Kristian Joensen í KÍ málinum vann tvídystin teirra millum.

 

FC Suðuroy er aftast við 22 stigum, og KÍ er á sætta plássi við 29 stigum.

 

Um eina viku eigur FC Suðuroy heimavøll ímóti B36, og KÍ fer at spæla á útivølli ímóti B71.