Futt avdúkar fleiri nøvn

Tvey nøvn afturat eru nú á listanum til ólavsøkukonsertina tann 25. juli í Tórsgøtu

Fyrst avdúkaði Futt, at Lena og Niclas spæla á Ólavsøku. Síðani komu Eager to Please og Bet you are William. Nú koma so tvey nøvn afturat, nevniliga Synarchy og Páll Finnur Finnur Páll.


Tað er langt millum snapsirnar. Páll Finnur Páll hevur spælt fáar konsertir síðani í fjør summar. Manningin er spjadd í allar ættir.

Men í summar verður bólkurin aftur á hoyra. Fyrstuferð á Ólavsøkukonsertini. Tá fara teir seks í Páll Finnur Páll at borðreiða við nýggjum og góðum gomlum slagarum, so sum Forelskaður Sjónleikari, Herbergið og Mín Russiski Vinur.

Páll Finnur Páll byrjaði sum ein lítil studentabólkurin í Hoydølum fyri átta árum síðani.

Bólkurin er fólksligur og væl dámdur av bæði ungum og gomlum. Arkitektarnir handan bólkin eru báðir frontsangararnir og lagsmiðirnir Páll Oddur Rubeksen og Finnur Jensen, sum hvør sær hava lagt lunnar undir øll løgini við góðari hjálp frá hinum fýra í bólkinum, Páll G. Hammer, Ísak Sambleben, Høgna Fagraberg og Halgir Arge.

Fyrsta fløgan, Bermenn, kom út í 2003. Onnur fløgan, Førist, kom út í 2005. Triðja fløgan, Fram á Hermótið, kom út í fjør.


Metalbólkurin, Synarchy, byrjaði í 2004 sum eitt NU-Metal/Rock orkestur. Bólkurin upptók síðan sína fyrstu demo í endanum av 2004 og byrjaði at spæla konsertir kring Føroyar. Í endanum av 2006 upptók Synarchy sína næstu demo, og ein hoyrur, at bólkurin hevur ment nógv seg gjøgnum hesa tíðina.

Tónleikurin hjá Synarchy er melodiøsur og aggresivur. Íblástur av bólkum alt frá In Flames, The Black Dahlia Murder, Mercenary, Dark Tranquillity o.s.fr. Bólkurin hevur arbeitt við er at gera eina blanding av thrash/death og melodic metal, har trummurnar og gittarirnir spæla skjót/tung og rytmisk riff við harmoliseringum, meðan keyboardi leggur atmosferiskar akkordir og melodiðir omanyvir. Leon leggur so sína ógvusligu growl-rødd í versunum, og loysur tað so upp við clean í niðurløgunum.

Mannaing: Leon B. Hansson – Vocal, John Ivar Venned – Gittar, Pól N. Jespersen – Gittar, Ísak Petersen – Bass, Bjartur F. Clementsen – Keyboard, Kim Joensen – Trummur.