Fylg við Michel-stjørnuhandanini beinleiðis her

Í hesi løtu verða bestu matstovurnar í norðurlondum heiðraðar í Stavanger í Noreg

Klokkan 19 verða Michelin-stjørnur 2021 handaðar norðurlendsku matstovunum.

 

Tað er Michelin guiden, sum býtir út hesar heiðarar til matstovur – í hesum føri matstovur í norðurlondum.

 

Í Føroyum hevur matstovan Koks tvær michelinstjørnur at verja á tiltakinum, sum verður í Stavanger í Noreg í kvøld klokkan 19.

 

Tiltakið verður stroymt á netinum.

 

Soleiðis verður dømt:

 

* Sambært Michelin guidini fær maturin – og bara maturin – karakter við stjørnum.

 

* Meting av tænastu, umhvørvi og øðrum viðurskiftum verður dømt við krossløgdum borðbúnaði.

 

* Síðani 2020 kunnu matstovur eisini fáa eina grøna stjørnu, sum heiðrar matstovur við buradyggari atgongd til gastronomi. (Koks fekk ta grønu stjørnuna í fjør, umframt at varðveita tær tvær michelinstjørnurnar)

 

* Tríggjar stjørnur í Michelinguidini merkir, at matstovan er »verd at ferðast til«

 

* Tvær stjørnur merkir, at matstovan er »verd ein umveg«

 

* Ein stjørna merkir, at hon er »ein rættiliga góð matstova í sínum bólki«.

 

* Stjørnurnar verða givnar við støði í tí mati, sum verður veittur.

 

##med2##

 

Fimm eyðkenni vegleiða inspektørarnar, tá teir meta:

 

1. Góðskan á rávørunum.

 

2. »Handverkið« – tað vil siga smakkur og tilgerð.

 

3. »Persónligheitin« – tað vil siga, hvussu væl tað er eydnast kokkinum at finna sítt egna úttrykk.

 

4. Nakað fyri pengarnar.

 

5. Góðska yvir tíð – tað skal vera ein líka fantastisk uppliving, líka mikið nær tú vitjar matstovuna.

 

 

 

Trýst á pílin fyri at fylgja stroymingini (byrjar klokkan 19:00)

Trýst á pílin fyri at fylgja stroymingini (byrjar klokkan 19:00)