Ruinirnar av oyðiløgdum húsum og bygningum í Gazabýnum, 7. mars 2025. - Mynd: Jehad Alshrafi/Ritzau Scanpix

Fýra ES-lond stuðla arabisku ætlanini um Gaza

Frakland, Týskland, Italia og Bretland stuðla einari arabiskari umbyggingarætlan fyri Gaza.

Ruinirnar av oyðiløgdum húsum og bygningum í Gazabýnum, 7. mars 2025. - Mynd: Jehad Alshrafi/Ritzau Scanpix

Tað skrivar Reuters.

- Ætlanin vísir ein realistiskan veg til endurbyggingina av Gaza, skriva uttanríkisráðharrarnir í londunum í felags fráboðan.

Egyptaland stendur á odda fyri arabiska uppskotinum, sum er aftursvar uppá ætlanirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um Gazageiran.

Í arabisku ætlanini skal Gazageirin byggjast uppaftur "undir framtíðar umsitingini hjá palestinska myndugleikanum", og eingin palestinari skal flytast burtur.

Tað er ikki greitt, hvønn leiklut Hamas fer at hava í egyptisku ætlanini, sum sambært AFP er vrakað av USA og Ísrael.

 

/Ritzau/

 

 

 

Ruinirnar av oyðiløgdum húsum og bygningum í Gazabýnum, 7. mars 2025. - Mynd: Jehad Alshrafi/Ritzau Scanpix