Fýra lykladystir vera seinnapartin

Bæði í kappingini um at sleppa upp í part í Europa og um at sleppa undan hóttanini av niðurflyting stendur nógv upp á spæl

Claes Philip Kronberg skoraði sætta málið í ár, tá ið KÍ í gjárkvøldið vann 2-1 í norðoyastevnudystinum ímóti AB

Í gjárkvøldið vann KÍ 2-1 á heimavølli ímóti AB. Sigurin ber við sær, at KÍ enn einaferð hevur sett met. Tað er ongantíð áður komið fyri, at eitt felag í einum kappingarári hevur vunnið 13 dystir á rað. Hóast AB enn ongan sigur hevur vunnið, so var tað annað vikuskiftið á rað ikki so langt frá, at argjamenn vunnu stig á útivølli frá einum av teimum stóru.

 

Fyri einari viku síðani var AB tætt við, tá ið tað endaði við 2-1 tapi á útivølli ímóti B36, og í gjárkvøldið var fram ímóti dystarenda ikki  so langt frá, at AB javnaði til 2-2, hóast tað nógv størsta part av tíðini var KÍ, sum var omaná.

 

Í dag verður lyklauppgerð í Gundadali millum B36, sum er á triðja plássi og Víking, sum er á fjórða plássi.

 

HB er næstfremst, og HB verður stórfavorittur á útivølli ímóti B68.

 

Fyri ÍF hevur tað stóran týdning at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti 07 Vestur og við fullari úrtøku at flyta seg úr botninum.

 

Um TB skal hava møguleika at vinna fulla úrtøku á útivølli, so verður dysturin í Hólmanum á Eiði roknaður at vera ein av teimum, har tað er møguleiki fyri at vinna.

 

EB/Streymur – TB: Petur Reinert kl. 15.00

 

ÍF – 07 Vestur: Rani A. Skaalum kl. 15.00

 

B68 – HB: Eiler Rasmussen kl. 16.00

 

B36 – Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

 

 

Leygardagin 3. juni

 

KÍ – AB 2-1 (1-0)

 

1-0: Claes Philip Kronberg 22.

 

2-0: Árni Frederiksberg br 66.

 

2-1: Viktor Benediktsson 86.

 

 

 

13130039739
HB1292133629
B3612903271227
Víkingur12633251321
07 Vestur11416171813
B6811254111911
EB/Streymur1131782310
ÍF1130811249
TB111375296
AB1201113281

 

 

 

 

 

 

 

Claes Philip Kronberg skoraði sætta málið í ár, tá ið KÍ í gjárkvøldið vann 2-1 í norðoyastevnudystinum ímóti AB