Fýra smáir trolbátar eru til fiskiskap

Tað broytist einki hjá partrolaraflotanum, sum framvegis hevur smáligan fiskiskap, og hjá garnaskipunum er fiskiskapurin heldur eink at reypa av.

Fimm partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, og tey flestu koma inn at landa í næstu viku.

 

Søgan um gongdina hjá partrolarunum er hin sama; upsafiskiskapurin er smáligur, men skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski.

 

Tvey pør fiska gulllaks.

 

Síðan Eysturbúgvin sakk fyrr í ár, og Vesturbúgvin ongan makkara hevur, eru tað framvegis bara tvey pør, sum fiska gulllaks í hesi vertíðini.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap. Teir fiska svartkalva í bretskum sjógvi.

 

Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru á landleiðini, og ein er norðanfyri. Væntandi fer onkur aftrat út um vikuskiftið.

 

- Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og flatfski. Allir, sum eru úti, koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.

 

- Á svartkalvaveiði er fiskiskapurin smáligur og á havtaskuveiði misjavnur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.