B68 og 07 Vestur hava nú leikt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Betrideildini hetta kappingarárið.
Talan gjørdist um tríggjar javnar og spennandi dystir millum B68 og 07 Vestur, har liðini vunnu hvør sín dyst og tann triði dysturin endaði við javnleiki.
B68 og 07 Vestur fingu sostatt fýra stig hvør í teimum trimum innanhýsis dystunum hetta kappingarárið.
Málúrtøkan fyri teir tríggjar innanhýsis dystirnar hjá B68 og 07 Vestur er eisini púra jøvn, 4-4.
07 Vestur-B68 1-1 (0-1) - 2. apríl
B68-07 Vestur 2-3 (1-1) - 13. august
07 Vestur-B68 0-1 (0-0) - 27. august
Kelda: FaroeSoccer