Fýra svumu um Kolturssund

Í dag vóru vit fýra fólk, ið gjørdu Magnusi í Koltri kynstrið eftir og svumu um Kolturssund.

Í dag vóru vit fýra fólk, ið gjørdu Magnusi í Koltri kynstrið eftir og svumu um Kolturssund.

 

– Vit fóru av helluni í Koltri um middagsleitið, og umleið hálvan tíma og hálvanannan kilometur seinni stóðu vit á helluni á Hestoynni, greiðir Erling Eidesgaard, sum var ein av teimum fýra, frá.

 

– Í dag var eingin maður fyri okkum við øks, men hesaferð vóru ørindini ikki júst at fríggja. Ein deiligur túrur í dýrdarveðri, sigur Erlling Eidesgaard.

 

Tey fýra vóru:

Lív Erlingsdóttir Eidesgaard

Erlendur Simonsen

Leivur Michelsen

Erling Eidesgaard