Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og øll skipini koma inn at landa í næstu viku, sum samstundis er jólavikan.
Flestu partrolarapør fiska upsa, men fiskiskapurin er smáligur.
- Skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og hýsu.
Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði, og teir koma inn at landa fyrst í næstu viku.
Ein annar djúpvatnstrolari liggur við bryggju.
Í løtuni eru fýra av teimum smáu trolbátunum á Skeivabanka. Teir fáa mest av havtasku, men fiskiskapurin er smáligur.
- Allir trolbátarnir koma inn at landa mánadagin, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Tvey garnaskip eru á svartkalvaveiði, og tvey eru á havtaskuveiði.
- Á svartkalvaveiði er fiskiskapurin brúkiligur, men hann er misjavnur hjá teimum, sum fiska havtasku.
Lagt verður aftrat, at øll garnaskipini koma inn at landa fyrst í næstu viku.