Fyrilestur um kvinnukúgan

Leygardagin 19. mai heldur heldur Soheila Fors, sum er úr Iran og býr í Svøríki, fyrilestur í Miðlahúsinum.

Soheila Fors er fødd Kurdi í Iran. Síðan hon vendi um til kristnu trúnna, hevur hon livað við kristna vitnisburðinum millum innflytatarakvinnur í Svøríki. Hon virkar nógv millum kvinnur úr triðja heiminum. Hon er gift við svenskum fríkirkjupresti. Tað, sum hon brennur fyri, eru tær mongu innflytarakvinnurnar í Svøríki, sum í síni egnu mentan líða undir ræðuligari kúgan.

Hetta arbeiði fer fram á tann hátt, at hon nýtir konseptið “Tehús/Testovur.” Tað eru slíkar “Testovur,” sum Soheila Fors letur upp ymsastaðni í Svøríki, og er hetta fyrstu ferð, at slík Testøð verða latin upp fyri innflytarakvinnur burturav. Tehúsini/Testovurnar hjá Soheilu eru bert ætlaðar kvinnum, og har koma nógvar muslimskar kvinnur og aðrar eisini, sum, orsaka av kúging, leita sær ráðgeving og hjálp á hesum testovum, har kvinnurnar eisini kunnu fáa undirvísing í svenska málinum og svenskari mentan.

Arbeiði hennara hevur gjørt hana væl kenda um alt Svøríki, har hon hevur stóra virðing fyri sítt arbeiði. Hon er kend fyri ikki at spara seg, tá hon tosar um støðuna hjá kvinnuni m.a. í tí muslimsku mentanini, við tí úrsliti, at hon stundum hevur løgregluvakt. Soheila Fors er gestur hjá Miðflokkinum.

Fyrilesturin verður í Miðlahúsið leygardagin 19. mai kl.19.30, har Soheila Fors kemur at halda fyrilestur um arbeiði sítt. Eisini verður høvi at seta spurningar. Soheila Fors verður at hoyra í Lívdini í Hoyvík sunnumorgunin og í Solo í Klaksvík sunnukvøldið.