Fyrimunir við størri kommunueindum

Ein størri og fjølbroyttari kommunal umsiting kann draga fakligan førleika til sín; eitt nú kann tað gerasst áhugavert fyri eitt nú løgfrøðingar, búskaparfrøðingar, verkfrøðingar, arkitektar og onnur at arbeiða í kommunalum umsitingum, sum tað sæst hjá eitt nú Tórshavnar kommunu, segði Annika Olsen á landsfundi Fólkafloksins

Eftir at floksformaðurin, Jørgen Niclasen, hevði hilodið formansfrágreiðing sína, fingu landsstýrisfólkini hjá flokkinum orðið. Annika Olsen legði fyri.

Fyrst vil eg nýta høvið at takka Fólkaflokkinum fyri tað álit, ið er sýnt mær við sessinum í Innlendismálaráðnum, og eg vóni, at eg kann liva upp til tað álit og ábyrgd, ið starvið krevur, segði Annika Olsen.

Heitið á ráðnum er skift frá løgmálaráði til innlendismálaráð, sum hon metir er tað rætta og dekkandi heiti fyri hetta ráð, ið skal taka sær av innlendis málum so sum kommunum, samferðslu og líknandi.

Málsøkini í Innlendismálaráðnum eru:

• Kommunumál

• Umhvørvi

• Orka

• Lógarmál

• Samferðsla

Samgongan hevur sett sær sum mál, at fara undir ein kommunureform vísandi til ta samtykta talið av kommunueindum. Innihaldið í reforminum er fíggjarlig útjavningarskipan, blokkstuðul og flyting av ábyrgdarøkjum frá landi til kommunur. Tað skal setast ein nevnd at arbeiða við hesum málsetningum, og hon skal verða liðug við sítt arbeiði á ólavsøku 2009, segði Annika Olsen.

Arbeitt verður við arbeiðssetninginum í Innlendismálaráðnum í løtuni, og eitt upprit verður lagt fyri landsstýrisfund fyrsta dagin.

Politisku útmeldingarnar hava verið heldur lítið ítøkiligar, og kommunurnar hava ikki reiðiliga fingið at vita, hvat fer at henda. Hvørji øki verða flutt út til kommunurnar at umsita og hvørji ikki verða, og hvussu fíggjarligi spurningurin skal greiðast.

Tískil hevur sitandi samgonga sett sær fyri, at tað veðrur ein samlaður kommunupakki, har atlit verða tikin fyri bæði fíggjarviðurskiftunum og hvørji málsøki verða løgd út og nær, segði Annika Olsen.

 

Hækkar tænastustøðið

Hví skal mann hava størri kommunueindir, kann ein spyrja. Eg meti tað, at við størri kommunueindum er møguleiki fyri størri og fjølbroyttari inntøkugrundarlagi og størri fíggjarlig orka er til at gera neyðugar íløgur. Tænastustøðið verður vónandi betri, tí uppgávurnar verða loystar so tætt borgaranum sum gjøgligt, segði Annika Olsen.

Ein størri og fjølbroyttari kommunal umsiting kann draga fakligan førleika til sín; eitt nú kann tað gerasst áhugavert fyri eitt nú løgfrøðingar, búskaparfrøðingar, verkfrøðingar, arkitektar og onnur at arbeiða í kommunalum umsitingum, sum tað sæst hjá eitt nú Tórshavnar kommunu.

Hetta hevur eisini stóran týdning sæð í mun til at fáa útbúgvin fólk at koma aftur til útjaðaran. Eisini kundi mann hugsa sær, at tað, at vera kommunalpolitikari, kundi fingið størri innihald. Tað kundi heldur ikki verið óhugsandi, at eitt nú at vera formaður í einari kommunalari nevnd kundi verði fulltíðarstarv, segði Annika Olsen.

Samgongan hevur sum nevnt í samgonguskjalinum sett sær fyri, at kommunureformurin skal setast í gildi 1. januar 2011.