Fyrimyndin til Barbaru deyð

Fyrradagin doyði Estrid Bannester Good 95 ára gomul. Hon var skyldkona og vinkona Jørgen-Frantz Jacobsen - og fyrimyndin til Barbaru í skaldsøguni

Í sambandi við, at fyrimyndin í skaldsøguni »Barbara« hjá Jørgen-Frantz Jacobsen, Estrid Bannester Good nú er deyð, 95 ára gomul, endurprenta vit brot úr grein hjá Jógvani Isaksen, Íblástur og andróður III, har greitt verður frá brævaskiftið, Jørgen-Frantz hevði við vinmenn í Føroyum meðan hann var sjúkur og skrivaði skaldsøguna. Jørgen-Frantz Jacobsen doyði tann 24. mars 1938 - og megnaði ikki at skriva skaldsøguna lidna:


»William Heinesen hevur fleiri ferðir sagt frá, at arbeiðslagið hjá Jørgen-Frantz Jacobsen kravdi føðslu úr veruleikanum, og um persónarnar í »Barbaru« sigur hann, at teir eru allir teknaðir eftir livandi fyrimynd, ?og Barbara sjálv er sum vitiligt einki undantak?. Men leggur hann aftrat: ?Annars er ónýtt at seta báðar Barbarurnar, veruleikans frá tjúgu og tríati árunum og hana í søguni, hvørja upp móti aðrari - tað ber ikki til at skilja tær sundur, kvinnumyndin í søguni er í hvørjum bragdi tikin úr veruleikanum?.«


»Nú hevði Jørgen-Frantz Jacobsen tilfarið, men hvussu fór leikur í hesi skriving? So seint sum 25. september 1934 hevur tað ikki enn rættiliga borið við William Heinesen, at vinmaðurin er farin undir eina skaldsøgu: »Viðvíkjandi skaldsøguni hjá tær, so kom tað mær ikki til hugs, at tú vart farin undir hesa skaldsøgu.

Álvaratos so trúði eg, at tað snúði seg um meir og minni leysar ætlanir, sum tú møguliga einaferð, tá ið høvi beyðst fórt at hugsa um at seta í verk«. Hann leggur tó aftrat, at hann veit, at Jørgen-Frantz ikki letur seg kúga av lagnunar svikaráðum, men í staðin savnar bæði pínu og royndir í eina søgugongd: »Og tað, skilji eg altso nú, evnið er hesa ferð skaldsøgan um Beintu. Lagnan hevur latið tær tilfarið, latið tær psykologiina hjá høvðuspersónunum«.

Í brævi frá 20/10 1934 sigur Jørgen-Frantz seg vera likamliga linan, men í andaligum ódnarstormi: »Einastu ráðini til at koma sær uppundan aftur er skaldsøgan. Men eisini hon krevur bæði nervar og megi«. Og hann biðjur William Heinesen senda Tinganesi »eitt blítt eygnakast. Tað er har skaldsøgan er um at taka seg upp - í vindgosinum uttan av havi, aftur við tónunum hjá Rameau og Couperin-le-Grand, skelvandi sálmasongi og uppressandi gavottum. Á, hann sum orkaði at leika seg mettan í síni øði!«

Jørgen-Frantz Jacobsen er nú rættiliga komin í gongd við skrivingina, og tað er púra greitt, at hann roynir at skriva seg ígjøgnum og leysan av øllum kenslum, sum Estrid vekir í honum. Hann veit, hvør drívkraftin er, og sigur, at sálin tíggjar sær »sum ein skáldað apa!« Upp á sín egna retoriska spurning, hvat hetta er fyri nakað, svarar hann: »Tykni, særdur stoltleiki, vónbrot, saknur og ein fittlig stór rúgva av púra banalum egoistiskum fyribrigdum. Men fyri tað er pínan tann sama«.

3. januar 1935 skrivar Jørgen-Frantz til William: »Mítt listarliga mál er at flyta menniskjað Estrid yvir í 18. øld í Føroyum. Eg havi skrivað trý kapittul í Clair-obscur á Reyni og Tinganesi. Søgugongdin er lænt frá søgnini um Beintu, men tað er eingin roynd at endurskapa tær veruligu hendingar ella ta søguligu Beintu«.

Eftir eina lítið hugaliga skurðviðgerð skrivar Jørgen-Frantz Jacobsen tann 20/2 1935 til William Heinesen: »Men annars vil eg ikki doyggja, bæði fyri móður mínar sakir, og tí at eg eisini fegin vildi sæð útgongdina á míni lívsfúsu bók, sum er bygd á tað stóra menniskjaliga temað Fáfongd«.

Tað gongur stútt framá við skaldsøguni, hóast sjúkan javnan forðar honum í at arbeiða. 26. februar 1936 skrivar hann til William Heinesen, at Christian Matras hevur lisið tey skrivaðu kapitlini út í eitt fyri konuni, og at hetta er tekin um, at bókin fangar.

Til Christian Matras skrivar hann 20. august 1937: »Eg havi nú leingi hvønn dag ivast, antin eg skuldi skriva bræv til tín ella eina síðu av Barbarubókini. Og Barba (bókin) hevur higartil vunnið! Eg havi so mikið útróðrarblóð í mær, at eg ikki gjarna liggi ein dag av mær, tá líkindi annars eru tolulig. (...) Tú skilir meg altso, síggi eg av øllum brøgdum: at tað ikki einans er eina søgu eg vil skriva, ikki heldur einans eina mynd eg vil geva av Føroyum, men eina djúpa lívskenslu eg vil royna at fáa fram, ja at endanum kanska eina tøkk til lívið eg vil siga. Um hetta innasta endamálið kann náast, er kanska ein stórur spurningur, men einki kann gleða meg meira enn at frætta, at Tú hómar eitt perspektiv. Uttan perspektivið verður bókin einans hálv. (...)

Ein sterkur drykkur er lívið, í góðum og illum mennandi fyri tann, ið ikki fær ilt fyri hjartað av at drekka hann. Hetta skuldi verið perspektivið, eitt sindur banalt kanska, men alt sum skal hava alment gildi er á tromini av tí banala. Høvuðssakin er, hvussu tað verður ført fram«.

Tað komandi tíðina er tað skiftandi sum hann boðar vinfólkunum frá. Aðruhvørja ferð gongur tað væl framá, og aðruhvørja ferð fær hann einki gjørt vegna sjúku, ella tí at hann hevur mist áhugan fyri bókini: »Tað tvørliga er, at Barbara nú er farin at vera mær so undarliga óavvarðandi, er ikki í leikinum longur. Men tá ið ein bara nóg mikið »tries and tries again« man fara at bera til at øsa seg upp«. Soleiðis skrivar hann í juli 1937, og eitt hálvt ár seinni í januar 1938 er søgan tann sama: »Tað versta er bert tað at eg tími ikki longur at skriva hesa bókina. Mundi hetta kunnað komið av tí at sál mín hevur vent sær frá Barbaru? Ringt skil. Eg má royna at øsa meg eitt sindur upp aftur í listar halga navni«.

Tað er púra liðugt millum Jørgen-Frantz og Estrid og harvið hvørvur ein partur av ákoyringini at skriva bókina, men sambært William Heinesen tekur listin yvir: »...tann livandi Barbara bliknaði, og fyrimyndin fánaði burtur, tann skaldsliga Barbara yvirtók pallin, og á hesa skaldsligu Barbaru legði hann nú allan sín kærleika«.

William Heinesen ger annars vart við, at Barbara ikki bara hevur havt eina einstaka fyrimynd, men at høvundurin hevur drigið fleiri upplivingar uppí: »Hann bleiv ógvuliga forelskaður í eini kvinnu og hon spælir avgjørt eisini ein leiklut í myndini av Barbu - nettupp teir vøkru miðpartarnir í skaldsøguni«. Nú gongur tað eina tíð framá við skrivingini, og Jørgen-Frantz hevur góðar vónir um at gera bókina lidna. 15. februar 1938 boðar hann Williami frá: »Og so, mín harri, eru bert eftir teir tveir triðingarnir í mykineskapitlinum, og so tey trý endakapitlini.

Í sama brævi skrivar hann, at tað eisini eru onnur viðurskiftir hann kundi hugsa sær at havt á munni: »M. a. spurningurin um meg sjálvan sum skald. Harragud William, nú hevur tú kent meg í 37 ár (rødd sum Tom) og kortini er tað ikki fyrr enn stutt síðani riva fyri tær, at eg var skald...«

Hetta gjørdist tað seinasta brævið til vinmannin. Jørgen-Frantz Jacobsen doyði tann 24. mars 1938, og sostatt náddi hann ikki at gera skaldsøguna hjá sær lidna.«