Fyrireika seg í loyndum

Manslandsliðið: Føroyar hava ein seinasta kjans at seta punktum

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)

Føroyska manslandsliðið fyrireikar seg í løtuni til seinasta EM-undankappingardystin á hesum sinni, sum verður í Albania mánakvøldið. Allir spælararnir tykjast tøkir og klárir.

 

Venjingin í dag var á nýggju venjingarstøðini hjá albanska fótbóltssambandinum. Venjingarstøðin telur ein graslíkisvøll og ein grasvøll, sum var hálvan annan vøll til støddar. Har til vóru áskoðarapláss til báðar vøllirnar og eitt flott venjingarhøli, umframt skiftirúm og alt tað, ið fylgir við til eina veningarmiðstøð.

 

Hóast Føroyar liggja aftast við einum stigi í bólkinum, so heldur Håkan Ericson kortini tætt at kroppinum. Landsliðsvenjarin var greiður, tá venjingini ikki var opin meir. Tað er í løtuni eitt ávíst trýst á føroyska landsliðnum, at fáa stig.

 

Í Albania er veitslulag, eftir at Sylvinho og hansara menn á albanska manslandsliðnum hava vunnið seg til EM endaspælið í 2024. Hetta gjørdu teir við javnleiki móti Moldova. Nú skulu teir bara vinna móti Føroyum, fyri at tryggja sær fyrsta plássið í bólkinum.

 

Moldova hevur við sínum tíggju stigum framvegis møguleikan at koma víðari, men tað krevur ein sigur í Kekkia. Føroyar liggja á aftasta plássi við einum stigi, sum var ein javnleikur í Moldova í mars mánaði.

 

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)