Fyrireika seg til Challenge Cup í heyst

Um vikuskiftið var føroyska manslandsliðið í hondbólti savnað til venjingar. Henrik Gerster, landsliðsvenjari, er sera væl nøgdur við venjingarnar.

Umframt A-landsliðið vara eisini unglingalandsliðið savnað til venjingar. Av teimum ungu vóru 22 mans til venjingar, meðan 16 mans vóru savnaðir til venjingina hjá A-landsliðnum.

Menn eru væl fyri
Henrik Gerster sigur, at venjingarnar gingu sera væl, og at spælararnir vóru sera hugagóðir at arbeiða við.
- Teir spælarar, ið vóru við til venjingarnar, tóktust allir veruliga at hava áhuga í at spæla á landsliðnum. Hugurin at venja var góður, og allir góvu seg fult út, sigur Henrik Gerster.
Umframt vanligu venjingina var eisini serlig málmansvenjing á skránni. Tí venjingini tók Neista-málverjin Jota sær av. Hann er knýttur at øllum teimum føroysku landsliðunum sum málmansvenjari, og tað gleðist Henrik Gerster um.
Landsliðshópurin vandi fríggjakvøldið, leygardagin og sunnudagin, og Henrik Gerster dylur ikki fyri, at tað serliga eru ungir spælarar, ið hann hevur úttikið til landsliðið.
- Eg haldi, at tað eru ómetaliga nógvir góðir og evnaríkir ungir hondbóltsspælarar í Føroyum, og eftir mínum tykki sær framtíðin hjá føroyskum hondbólti ljós út, sigur landsliðsvenjarin.
- Eg ivist ikki í, at um menningin innan føroyskan hondbólt heldur fram, og at teir mongu evnaríku ungu spælararnir venja miðvíst, so er føroyskur hondbóltur komin á líka høgt støði samanborið við onnur lond, sum fótbólturin í Føroyum er, sigur Henrik Gerster.
Spurdur, um tað er nakar serligur av teimum ungu spælarunum, ið skaraði framúr undir venjingunum um vikuskiftið, sigur Henrik Gerster:
- Eg kann ikki lata verða við at nevna Rók Akralíð úr Kyndli. Hóast hann einans er 17 ára gamal, so er hann við í A-landsliðshópinum, og eg má viðganga, at hann hugtekur meg hvørjaferð, ið eg síggi hann í dysti. Hann er deiliga óimponeraður, og harafturat spælir hann sum ein rutineraður spælari, hóast hann er so ungur, sigur Henrik Gerster.
Teir spælararnir, sum vóru við til venjingarnar um vikuskiftið, spæla allir í heimligu kappingini, men umframt teir eru eisini teir báðir Marius Joensen og Heini Hanusarson, sum báðir spæla í Danmark, inni í myndini til føroyska landsliðið, sigur Henrik Gerster.

Spæla venjingardystir í mai
Hondbóltskappingin endar 19 mars, men hetta merkir ikki, at teir spælarar, ið eru knýttir at føroyska hondbóltslandsliðnum, sleppa at taka sær av løttum í vár. Landsliðsvenjarin hevur nevnliga lagt tað soleiðis til rættis, at hópurin savnast til venjingar í nakrar dagar um páskirnar síðst í mars mánað.
Í apríl mánað verður so aftur eitt vikuskifti, har landsliðið verður savnað til venjingar, og tá skulu spælararnir so eisini testast reint fysiskt, hvussu teir eru fyri, hvat viðvíkur eitt nú konditión og styrki, greiðir Henrik Gerster frá.
Sum rosinan í pylsuendanum undan summafrítíðini er ein venjingarlega á skránni fyrst í mai mánað. Venjingarlegan verður í Føroyum, og eftir ætlan verða tveir venjingardystir á skránni.
- Tað verða ivaleyst tveir venjingardystir leiktir í sambandi við venjingarleguna, men enn er tó ikki greitt, hvat mótstøðuliðið verður. Tað verður tó allarhelst antin Grønland ella Belgia, sigur Henrik Gerster.
Teir spælarar, sum ætla sær at verða við á landsliðnum, fáa tó eisini at vita, at um teir veruliga eru sinnaðir at taka lut á landsliðnum, so er neyðugt hjá teimum, at teir ikki liggja heilt stillir, tá ið landskappingin er liðug, tí tað ræður um at halda seg í gongd allatíðina, sigur landsliðsvenjarin.


Írland og Ongland verða millum mótstøðuliðini
Endaliga málið við øllum hesum venjingunum hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti er Challenge Cup Trophy kappingin, sum verður einaferð í oktobur mánað. Sum kunnugt luttóku føroyska kvinnulandsliðið í slíkari kapping í fjør vár við góðum úrsliti, og mett verður, at slíkar kappingar eru á einum hóskandi støði fyri føroysku landsliðini.
- Vit vita enn ikki nágreiniligt, hvussu verður við tí kappingini, men eg havi frætt frá formanninum í HSF, Eivind Jacobsen, at kappingin allarhelst verður antin í Írlandi ella á Malta, sigur Henrik Gerster.
Føroyski landsliðsvenjarin veit heldur ikki enn, akkurát hvørji mótstøðuliðini verða, men hann sigur seg hava frætt, at í hvussu so er Ongland, Írland og Malta fara at taka lut í kappingini.
- Tað er frí tilmelding til kappingina, so enn ber ikki til at siga, hvørji lið fara at taka lut. Eg havi tó eisini fingið at vita, at roynt verður at sleppa undan at lond úr Eystur-Evropa taka lut í kappingini, sigur Henrik Gerster, sum heldur talan verða um eina spennandi kappingin, ið er hóskandi fyri føroyskan hondbólt.