Fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki

Leygardagin 29. januar verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn.

Leygardagin 29. januar verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn.

12 lið eru tilmeldaði hesa kappingina. Tey eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelganum Ljósinum, Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Kappingin byrjar kl. 13.00 við framførslum hjá pinkum, síðani smágentum, gentum og kvinnuunglingum.

Dyrnar lata upp fyri áskoðarum klokkan 12.30. Kappingin verður eisini stroymd og leinki verður at finna á heimasíðuni hjá Fimleikasambandinum www.fimleikur.fo.

 

##med2##

 

Myndir eru frá Haldur Suna Johansen