Høgaberg, sum Framherji á Toftum átti og seldi til Íslands, landaði í Fuglafirði leygardagin. Skipið kallast nú Østanger og hevur heimstað í Noreg. Nú teir vóru á Fuglafirði leygardagin, høvdu teir 1200 tons av lodnu.
Tá Høgaberg varð seldur til Íslands, fekk skipið navnið Háberg, men stutt eftir varð skipið selt til Noreg, og hevur nú navnið Østanger.
Fyrrverandi Høgaberg er nú reyður.
Tað er skipini.fo, sum bera hesi tíðindi.