Fyrrverandi løgtingskvinna fær nýtt starv

Hon hevur drúgvar royndir á nógvum økjum, nú hon tekur við nýggja starvinum

Blái Krossur í Føroyum skal nú hava nýggjan aðalskrivara. Tað verður fyrrverandi løgtingskvinnan, Edva Jacobsen, sum tekur við starvinum tann fyrsta mars

 

Blái Krossur skrivar, at síðani mars 2017 hevur Petur Jákup Petersen, vanliga nevndur, Dakko verið aðalskrivari í Bláa Krossi. Í hansara tíð hevur serligur dentur verið lagdur á fyribyrgingararbeiðið, umframt at fáa, og halda bygningin hjá Bláa Krossi.

 

Nýggi aðalskrivarin, Edva Jacobsen er 58 ár og hon er úr Fuglafirði. Umframt at hava verið løgtingskvinna í níggju ár, hevur hon eisini drúgvar royndir á øðrum økjum. Hon hevur arbeitt í peningastovni í 25 ár, hon hevur víðkaðan bankaskúla, umframt at hon er merkonom í fíggjarstýring. Harafturat hevur hon lokið akademiútbúgving í fíggjar- og vinnustýring.

 

Hon hevur somuleiðis sitið í Fuglafjarðar býráð síðani 2017. Í síni frítíð er Edva virkin í missiónshúsinum Thabor í Fuglafirði. Hon hevur verið limur í Bláa Krossi frá ungum árum.

 

Umleið 1350 fólk eru limir í Bláa Krossi og fremsta endamálið er, á einum kristiligum grundarlagi, at virka fyri, at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum.