Fyrrverandi stápsstjóri hjá Netanyahu fær nú valdið

Í tvey ár var Naftali Bennett stápsstjóri hjá Benjamin Netanyahu. Nú skal Bennet sjálvur leiða landið

- Foto: Menahem Kahana/Ritzau Scanpix

Verður ein nýggj samgongustjórn góðkend í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, verður tað Naftali Bennett, sum fer at røkja starvið sum forsætisráðharri fyrstu tvey árini. Síðani verður tað Yair Lapid.

 

Her eitt sindur meira um mannin:

 

Navn: Naftali Bennett.

 

Aldur: 49 ár (føddur 25. mars í 1972)

 

Føddur: Haifa, Ísrael.

 

Sonur: Amerikanararnar Jim Bennett og Myra Bennett.

 

Giftur Gilat Bennet. Saman hava tey fýra børn

 

Útbúgving: Bachelor í jura frá Hebrew University í Jerusalem.

 

Starvsleið:

 

* Byrjaði við hertænastu í 1990. Her arbeiddi hann seg upp og gjørdist servandur hermaður. Hann fór úr herinum í 1996 fyri at lesa.

 

* Stovnaði saman við trimum øðrum kt-felagið Cyota í 1999. Bennett var stjóri í felagnum, sum varð selt fyri eina milliardaupphædd í 2005.

 

* Var í 2006 sendur til kríggið í Libanon, har hann stóð á odda fyri nøkrum hernaðarligum átøkum.

 

* Gjørdist seinni hetta árið stápsstjóri fyri Likud flokkin hjá Benjamin Netanyahu í andstøðu frá 2006 til 2008.

 

* Bennett var ímóti stovnanini av einum palestinskum stati, stuðlar búsetingum á hersetta Vestara áarbakka og er fyri herseting av stórum pørtum av Vestara áarbakka.

 

* Var ráðharri í búskapi og átrúnaði frá 2013 til 2015. Frá 2015 til 2018 var hann ráðharri í útbúgving, var yngsti verjumálaráðharri nakrantíð í Ísrael frá 2019 til 2020.

 

* Fór í 2018 úr flokki sínum og stovnaði nýggja flokkin Nýtt Høgra, sum tó ikki náddi um sperrumarkið.

 

* Legði í 2020 flokkin saman við Jødiska Heimið og stovnaði átrúnaðarliga og høgrasinnaða flokkin Yamina. Síðani hevur hann verið limur í ísraelska tjóðartinginum.

 

* Yamina fór í andstøðu til stjórnina við Netanyahy og Benny Gantz.

 

* Á seinasta vali í mars fekk flokkurin seks av teimum 120 sessunum í Knesset.

 

Keldur: Reuters, Knesset.gov.il, Naftalibennett.co.il.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

- Foto: Menahem Kahana/Ritzau Scanpix