Fyrrverandi Trump-ráðgevi vil ikki lata skjølini

Michael Flynn noktar at lata frá sær skjøl í málinum um Russiska uppíblanding í forsetavalið í fjør

Michael Flynn, tann fyrrverandi trygdarráðgevin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, vil ikki gera eftir eini stevning frá amerinaksa senatinum um at lata frá sær skjøl í málinum um, at Russland møguliga hevur blandað seg í amerikanska forsetavalið í fjør.

 

Tað skrivar amerikanska blaðið Wall Street Journal.

 

Sambært keldum hjá Wall Street Journal fer Flynn í dag at greiða kanningarnevndini hjá amerikanska senatinum frá at hann ikki ætlar sær at gera eftir boðunum um at lata skjølini frá sær.

 

Sambært blaðnum fer at gera tað við teirri grundgeving, at hann sambært amerikonsku stjórnarskipanini hevur rætt til ikki at inkriminera seg sjálvan.

 

Michael Flynn vil bara samstarva, um hann fær váttan fyri, at hann ikki verður rættarfylgdur fyri tað, hann møguliga fer at siga, skrivar blaðið.

 

Sum ráðgevi fyri Donald Trump undir forsetavalinum í fjør og seinni sum ein av ráðgevunum hjá Trump í Hvítu Húsunum var hann við til fleiri uttanríkispolitiskar fundir.

 

Hann var eisini beinleiðis upp í avgerðinum um at taka av nøkur tiltøk ímóti Russlandi, sum Barack Obama setti í verk.

 

Tann nú fyrrverandi Trump-ráðgevin varð í februar tvungin at leggja frá sær.

 

Tað hendi í kjalarvørrinum av stríði um samtalur, sum Flynn hevði hvat við russiska sendiharran í USA.

 

Her hevði ráðgevin eftir øllum at døma tosað um tiltøkini við Russland, áðrenn Trump hevði tikið við sum forseti. Og tað má man ikki.

 

Samstundis hevði hann givið varaforsetanum, Mike Pence, skeivar upplýsingar um samrøðuna.

/ritzau/