Fyrrverandi vararáðharri deyðadømdur í Kina

Kinesisku myndugleikarnar hava kunngjørt eina røð av dómum yvir fólk, sum hava verið í týðandi størvum, og hetta hendir um somu tíð, sum forseti landsins, Xi Jingping, er byrjaður sítt valstríð.

Sun Lijun, sum er ein fyrrverandi vararáðharri í kinesisku stjórnini, er dømdur til deyða fyri mutur, svik við partabrøvum og fyri at hava havt ólóglig vápn í varðveitslu.

 

Tað var í gjár, at deyðadómurin fall - við tvey ára útseting, sum tað verður rópt.

 

Tað merkir, at dómurin kann broytast til lívstíðarfongsul - uttan møguleika fyri leyslating, um hin dømdi í hesum tíðarskeiði vísir, at hann er blivin eitt betri menniskja.

 

Sambært tíðindastovuni NTB, ið er millum útlendsku miðlarnar, sum skriva um dómin, hevur fyrrverandi vararáðharrin játtað seg sekan. 

 

Hann sigur seg hava tikið ímóti mutri, svarandi til einar 700 miljónir krónur, eins og hann eisini er ákærdur fyri at hava brúkt sína makt í einari røð av álitisstørvum árini millum 2001 og 2020.

 

Kinesisku myndugleikarnir hava kunngjørt eina røð av dómum yvir fólk, sum hava verið í týðandi størvum, og hetta hendir um somu tíð, sum forseti landsins, Xi Jingping, er byrjaður sítt valstríð.

 

Í gjár varð eisini fyrrverandi løgregluleiðarin í kinesiska høvuðsstaðnum, Fu Zhenghua, dømdur í máli um mutur, og hann fekk sama dóm sum fyrrverandi vararáðharrin hevur fingið.

 

Fleiri ein miljón tænastumenn í Kina eru sektaðir í víðfevndu átøkunum hjá forseta landsins, og sagt verður, at hetta er fyri at berja niður muturgølur í landinum.

 

Atfinnarar vilja tó vera við, at forsetin, Xi Jingping, á henda hátt brúkar sítt vald fyri at sleppa av við sínar politisku fíggindar.