Í gjárkvøldið kom ferðamannaskipið Ocean Adventurer inn á Funningsfjørð, har tað lá fyri akker í nátt. Klokkan 8.30 í morgun vórðu ferðafólkini sigld inn á lendingina í Funningi við skjóttgangandi gummibátum, skrivaði Runavíkar Havn á Facebook í gjár»
»Ferðafólkini, 80 í tali, eru úr USA, Canada og Australia.
Bygdafólkið í Funningi hevur saman við Visit Runavík og Runavíkar havn fyrireika vitjanina og skipa fyri alskyns lokalum upplivingum. Millum annað kafé, sølu av minnislutum, sálmasangi í kirkjuni, søguligari framsýning, spákingartúrum í bygdini við ferðaleiðara, føroyskum dansi og gongutúri niðan á Hvíthamar við staðbundnum ferðaleiðara. ASK ME genturnar hjálptu væl til við at leiðbeina og geva ferðafólkunum skrá og kort yvir bygdina.
Í kirkjuni handaði umboð frá skipinum bygdini eina gávu. Runavíkar havn handaði somuleiðis skipinum ein platt úr føroyskum gróti.
Slíkar vitjanir verða skipaðar eftir einum serstøkum leisti, har høvuðsfyriskipararnir leggja stóran dent á at tryggja sær eitt sosialt burðardygt tiltak. Ein sera væl eydnað vitjan.
Vit ynskja Ocean Adventurer, manning og ferðafólki eina góða ferð víðari í norðurhøvum. Í kvøld kl. 18.00 hálar skipið akkerið upp og setir kós móti Jan Mayen.«
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##