- At lata seg koppseta og halda seg til tilmælini er tryggasti háttur at avmarka talið av álvarsliga sjúkum og deyðsføllum, sigur landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen.

Fyrsta koronu-deyðsfall í Grønlandi

- Tað er ein eldri maður í Upernavik, sum er deyður við koronu, sigur landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen.

- At lata seg koppseta og halda seg til tilmælini er tryggasti háttur at avmarka talið av álvarsliga sjúkum og deyðsføllum, sigur landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen.

Grønland hevur nú havt sítt fyrsta koronu-deyðsfall. Tað er ein eldri maður í Upernavik, sum var smittaður við covid-19, ið farin um sýn.

 

Tað upplýsir landslæknaembætið í Grønlandi í tíðindaskrivi í dag.

 

- Eitt og hvørt deyðsfall er ein sorgarleikur. Tíverri eru vit í tí støðu, at farsóttin kann kosta mannalív, eins og vit síggja í øðrum londum, sigur landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen.

 

Landslæknin mælir øllum landsins íbúgvum til at lata seg koppseta og annars halda seg til almennu tilmælini fyri at umgangast smittuspjaðing.

 

- Hetta er tryggasti háttur at avmarka talið av álvarsliga sjúkum og deyðsføllum, leggur Henrik L. Hansen aftrat í samrøðu við Sermitsiaq.

 

 

 

- At lata seg koppseta og halda seg til tilmælini er tryggasti háttur at avmarka talið av álvarsliga sjúkum og deyðsføllum, sigur landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen.