TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr røðuna Gianni Infantino helt, tá hann vunnið FIFA forsetasessin, tá 115 av 207 FIFA limalondum - harímillum Føroyar - atkvøddu fyri Gianni Infantino, sum er úr Sveis.
Gianni Infantino var rørdur og lættur, og hann lovaði, at hann fer at virka til frama fyri øll 209 limalondini í FIFA. Gianni Infantino lovaði, at nú eru tær ringu tíðirnar hjá FIFA farnar, og nú kunnu øll aftur fokusera uppá tað tey elska, nevnliga fótbóltin.
Í FSF er frøin eisini stór um, at maðurin FSF peikaði á vann FIFA forsetavalið. Gianni Infantino kennir eisini til føroysk viðurskifti, og tað er avgjørt til okkara fyrimun.