Fyrsta skip við korni farið úr ukrainskari havn

Ukraina er millum heimsins størstu útflytarar av korni. Í dag er gongd komin aftur á útflutningin.

 

Korn er í siloum í havnini í Odesa, sum bíða eftir at verða útflutt til restina av heiminum. Fyrsta skipið er nú farið úr havnini við korni. (Arkivfoto). - Foto: Nacho Doce/Reuters

Nógv túsund tons av korni hava síðani russisku innrásina í Ukraina fyri fleiri enn fimm mánaðum síðani ligið strandað í landinum.

 

Men í dag er gongd aftur komin á útflutningin gjøgnum Svartahavið, sum hevur týdning fyri alheims matvørutrygdina.

 

Tí tað fyrsta skipið við korni síðani eina ST avtalu millum Russland og Ukraina er í morgun farið úr havnini í ukrainska býnum Odesa.

 

Tað upplýsir Turkaland, sum hevur virkað sum semingsmaður í avtaluni, sambært tíðindastovuni AFP. Ukrainski ráðharrin fyri samferðslu, Oleksandre Kubrakov, váttar tað eisini, eins og tað harumframt framgongur av heimasíðuni Marine Traffic, sum fylgir skipaferðsluni.

 

Tað er farmaskipið »Razoni«, sum siglir undir sierraleonskum flaggi, sum er farið úr Odesa. Skipið er lastað við yvir 26.000 tonsum av majsi og hevur kós ímóti Libanon.

 

Onnur skip fara eisini og sigla eftir avtalaðum, tryggum rutum, verður sagt í fráboðan úr Turkalandi, sambært AFP.

 

Tað verður fylgt við spenningi við kornútflutninginum úr Ukraina kring heimin.

 

##med2##

 

Ukraina er vanliga millum heimsins størstu útflytarar av korni. Men landið hevur síðani russisku innrásina ligið inni við fleiri túsund tonsum av korni, sum tað ikki hevur kunnað útflutt, tí havnirnar hava verið avbyrgdar av Russlandi.

 

Tí er bjartskygni at hóma, tá ein avtala um at taka uppaftur kornútflutningin varð gjørd 22. juli. Og góða viku seinni fór fyrsta skipið úr Ukraina.

 

ST-avtalan ber við sær, at tað verður trygt hjá skipum, sum flyta korn, frá trimum suðurhavnum í Ukraina. Hinar báðar havnirnar umframt Odessa eru Tjernomorsk og Pivdennyj.

 

Ukrainskir myndurleikar hava sambært Reuters sagt, at tað liggja 16 skip við korni í havnum í Ukraina móti Svartahavinum. Tey eru tilsamans lastað við umleið 580.000 tonsum av korni.

 

– Hesi skipa bíða eftir teirra túri. Tey hava verið avbyrgd síðani russisku innrásina.

 

– Í dag tekur Ukraina – saman við sínum feløgum – enn eitt stig ímóti at forða fyri hungri í heiminum, sigur ráðharrin fyri samferðslu, Kubrakov í eini fráboðan sambært Reuters.

 

Kubrakov leggur afturat, at uppafturtøkan av útflutningi av korni fer at tryggja minst eina milliard dollarar til ukrainska búskapin, og at tað gevur landbúnaðargreiarnum betri møguleikar fyri at leggja til rættis næsta heyst.

 

Partarnir hava stovnað eina felags samskiftismiðstøð í Istanbul í Turkalandi, sum hevur eftirlit við, at alt fer fram sum tað skal.

 

Russland og Ukraina standa fyri næstan einum triðingi av alheims hveitiútflutningi. Men tiltøkini frá vesturheiminum ímóti Russlandi og bardagi í Ukraina hevur forðað fyri at korn verður útflutt frá londunum á tryggjan hátt til restina av heiminum.

 

Manglandi útflutningurin frá teimum báðum stóru kornútflytarunum hevur ført til hækkandi matvøruprísir.

 

Fyri ST hevur tað yvirskipaða málið við avtaluni verið at forða fyri, at milliónir fara at svølta sum avleiðing av høgu prísunum á breyði, matolju og taðingarevni.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

Korn er í siloum í havnini í Odesa, sum bíða eftir at verða útflutt til restina av heiminum. Fyrsta skipið er nú farið úr havnini við korni. (Arkivfoto). - Foto: Nacho Doce/Reuters

Her sæst farmaskipið »Razoni« ávegis úr Odesa til Libanon