Fyrsta stigið er avgjørt at hækka lønina

Vísandi til lesarabræv hjá Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum (KAF)

 

Lat meg byrja við at siga, at hetta hevur einki við sáttmálasamráðingarnar, ið fara fram millum hesi bæði feløgini, at gera. 

Men her eru nøkur fakta um løn og manglandi starvsfólk á eldraøkinum. 

Limir hjá Heilsurøktarafelagnum arbeiða undir somu treytum sum heilsuhjálparar gera og á somu arbeiðsplássum.  

Í mai 2021 vísir Búskaparráðið á, at ein miðalinntøka um mánaðin hjá einum heilsurøktara er 19.281 krónur fyri kvinnur og 24.025 krónur fyri menn. 

Hesin munur kemst av, at ein maður so at siga altið fær ein hægri setanarbrøk enn ein kvinna. Ein onnur orsøk til hetta er, at nógvir av okkara limun arbeiða niðursetta tíð og ikki eina 40 tíma viku, um tey ynskja tað.  

Endalønin hjá einum heilsurøkrara er í dag 29.724,87 krónur  um mánaðin + eftirløn á 15,8%, og tá skalt tú hava verið í samanhangandi arbeiði sum heilsurøktari í heili 14 ár fyri at koma upp á endalønina. 

Umleið 25% av okkara limum arbeiða ein brøk á 0,50, umleið 25% arbeiða ein brøk millum 0,50 og 0,75, og umleið 40% arbeiða ein brøk millum 0,75 og 1,00.  

Sostatt arbeiðir stórur partur av okkara limum niðursetta tíð, og lønin liggur av tí sama langt undir miðal lønina í landinum. 

Sum omanfyrinevndu feløg siga, er Heilsurøktarafelagið samt við teimum um starvsfólkatørvin á eldraøkinum. 

Møguliga skuldi KAF farið at hugsað um, hví starvsfólkini rýma av økinum. Jú, tað er fyrst og fremst tí, at lønin er ov lág, og tá normeringini ikki samsvarar við arbeiðsbyrðuna saman við skiftandi arbeiðstíðum, er tað ikki so áhugavert at arbeiða innan eldraøkið. 

Heilsurøktarafelagið er ikki heilt samt við KAF, tí vit meta, at tað at hækka lønina, er avgjørt tað fyrsta stigið at taka. 

Hugsa vit um koronu, so hava øll røktarstarvsfólk í landinum í næstan tvey ár tikið eitt eyka tak, og vit mugu spyrja, hvar er virðingin og lønin fyri tað?