Aftaná trý tap á rað í Baltic Cup í 2024, og í 2026 eydnaðist tað loksins føroyska manslandsliðnum at vinna fyrsta dystin í Baltic Cup.
Føroyar vunnu 1-0 á Lettlandi í dystinum um triðja plássið, ið var leiktur á LNK Sporta Parks leikvøllinum í Riga.
Í 81. minutti spældi Jóannes Bjartalíð hegnisliga bóltin til Hanus Sørensen, ið slapp sær framvið lettiskum verjuleikara, og fekk sett bóltin framvið lettiska málverjanum. Aftaná málið vísti Hanus eina heilsu til systrina, Jóhild sum hevur stríðst við krabbamein. Ein rørandi og samstundis hugtakandi løta.
Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat vart tað bert óeydna, ið gjørdi, at Petur Sørensen ikki økti til 2-0 við einum góðum beinleiðis frísparki, men skotið rakti tíverri stongina.
Í fyrra hálvleiki hevði Jákup Biskopstø Andreasen eisini ein stóran málmøguleika, so samanumtikið var talan um ein uppibornan føroyskan sigur, har fyrst og fremst verjuavrikið var gott. Tó hevði ein uttanveltaður áskoðari ikki hildið nógv um samlaða undirhaldsvirði í dystinum. Men ein føroyskur sigur liggur eftir, og tað er tað týdningarmesta.
Ari Olsen fekk debut í dag, og Áki D. Samuelsen fekk fyrsta dystin frá dystarbyrjan.
Í mun til dystin móti Estlandi leygardagin vóru Jóannes Kalsø Danielsen, Viljormur Davidsen, Brandur Hendriksson Olsen, Hanus Sørensen og Petur Knudsen ikki við frá byrjan hesaferð. Í teirra stað byrjaðu Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Géza Dávid Turi, Áki D. Samuelsen og Adrian R. Justinussen.
Talan er um annan sigurin á Lettlandi í níggju innanhýsis dystum. Lettland hevur vunnið tvær ferðir á Føroyum, og fimm dystir eru endaðir javnir. So nú er hagtalsliga javnt millum Føroyar og Lettland.
Samlaði málmunurin í teimum níggju innanhýsis dystunum er 7-6 til Føroyar. So tað vera ikki skotin nógv mál í dystum millum Føroyar og Lettland.
Føroyar hava enn ikki leikt javnt við Eyðuni Klakstein sum landsliðsvenjara. Talan er um átta sigrar og sjey javnleikir í 15 dystum.
Komandi uppgávan hjá landsliðnum verður á Tórsvølli 26. september, tá okkara spæla dyst í Nations League móti Kasakstan.
Føroyar-Lettland 1-0 (0-0) - Dystur um triðja plássið í Baltic Cup.
1-0 Hanus Sørensen (81.)
Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jann J. Benjaminsen (Ari Olsen, 85.), Samuel Johansen Chukwudi (Arnbjørn Svensson, 46.),, Gunnar Vatnhamar, Gullbrandur Øregaard (Viljormur Davidsen, 85.), Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg (Noah Mnenéy, 73.), Géza Dávid Turi, Jákup B. Andreasen (Jóannes Bjartalíð, 62.), Áki D. Samuelsen, Hanus Sørensen, 62.) – Adrian Justinussen (Petur Knudsen, 73.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Silas Eyðsteinsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Brandur Hendriksson Olsen, Páll A. Klettskarð
Gult kort: Hanus Sørensen
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen











