Forfólkini í Javnaðarflokkinum, SF, Radikala Vinstra og Moderatarnar hittust á Marienborg í dag.
Myndir uttanfyri Marienborg vístu, at Pia Olsen Dyhr, Martin Lidegaard og Lars Løkke Rasmussen fóru frá samráðingunum stutt fyri klokkan 21.
Martin Lidegaard segði stutt við TV 2, at tey høvdu havt “ein góðan, effektivan og arbeiðssaman dag”.
Samráðingarnar byrjaðu í dag, eftir at Mette Frederiksen í gjár aftur varð útnevnd sum kongaligur kanningarleiðari.
Nýggir fundir eru eisini planlagdir í morgin, har somu flokkar aftur skulu hittast á Marienborg.
Mette Frederiksen arbeiðir fyri at skipa eina miðvinstrastjórn við Javnaðarflokkinum, SF, Radikala Vinstra og Moderatunum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
























