Fyrsti kærleikin – fyri aðru ferð

Tey fjasaðust, tá tey vóru 13 og 14 ára gomul, men síðani var einki samband teirra millum, fyrr enn tey aftur hittust í 2009. Nú skulu Matilda Sivertsen og Lucas B. Ceni giftast, og tey eru sannførd um, at tey eru skapt til hvørt annað

Søgan um Matildu og Lucas byrjar fyri nógvum árum síðani, tá tey ikki vóru stórt meiri enn børn.

Tá flokkarnir í Hoyvíkar Skúla í 2003 komu oman í Eysturskúlan at ganga í framhaldsdeild, legði Lucas merki til eina fitta damu, sum tóktist smíla til hansara í fríkorterunum. Soleiðis fekk hann eyguni upp fyri Matildu.

-Eg hevði sæð hann í samkomuni Oasuni, har vit bæði ganga. Og so sá eg hann aftur í Eysturskúlanum. Vit fjasaðust eitt sindur í einar tríggjar mánaðir, men tað bleiv ikki til meiri enn tað tá, greiðir Matilda frá.



Funnu saman aftur

Matilda fór uttanlands at arbeiða og ganga í skúla í tvey ár, og tað spurdist ikki meiri burturúr teirra millum.

Men so, nakað eftir, at hon kom aftur til Føroya, var eitt tiltak í Vesturkirkjuni. Og har fingu tey av nýggjum eyguni upp fyri hvørjum øðrum.

- Vit skrivaðu til hvønn annan á msn í eina tíð, og so bjóðaði eg Matildu út. Vit vóru úti einar tríggjar ferðir, og síðani tað hava vit verið par, sigur Lucas og smílist til komandi konuna.

Hann fríggjaði til hennara 19. desember, og sama dag byrjaðu tey at leggja ætlanir um brúdleypið. Tey vita, at tey eru ung, men tey taka hjúnarbandið í størsta álvara og eru sannførd um, at hetta skal vera fyri lívið.

- Vit eru bæði trúgvandi, og vit vilja ikki liva saman, fyrr enn vit eru gift. Vit ganga til hjúnarbandsfyrireiking, tí vit halda, at hjúnarband er tað næsta nattúrliga stigið í okkara forholdi, greiðir Matilda frá.


Ikki stórt brúdleyp

Tey eru samd um, at brúdleypið ikki skal vera ov stórt og kostnaðarmikið.

Matilda heldur eisini, at tað er skjótt til, at tað gerst ov ópersónligt, um tað koma alt ov nógvir gestir. Tað týdningarmesta á degnum er, at tey fáa høvi at njóta hvønnannan. Tí halda tey eitt dagbrúdleyp og rýma uttanlands um kvøldið.

- Vit hava boðið 130 gestum, men vit vita longu nú, at fleiri ikki fáa komið, tí tað er mitt í summarferiuni. Dagurin verður allur hildin í Oasuni; vígslan verður kl 10, og veitslan verður so frá 12-16.

Tá veitslan er liðug, fara tey á eina langa brúðarferiu, sum verður hildin bæði í Danmark og í Spania.

Tá prátið fellur á framtíðina, eru tey ikki heilt vís. Men tey ætla sær tó uttanlands at lesa um eitt ár ella so. Tey eru samd um, at børnini skulu bíða í nøkur ár, tí nú skulu tey fyrst nýta tíðina til hvønannan.