Í dag er fyrsti várdagur ella pætursmessa.
Gamalt var at spáa um veðrið henda dag.
- Um tað frystur fyrstu várnátt, so verður várið kalt, verður sagt, men kanska er ikki altíð so eftirfarandi, sigur veðurfrøðingurin hjá Sosialinum, Petur Skeel Jacobsen.
Petur Skeel Jacobsen sigur um veðrið í dag, at frost er ikki í luftini, men kanska fer niðurum frostmarkið norðanfyri og møguliga gerast vegirnir hálir í støðum.
Hann vil tó ikki úttala seg, um hvussu várið verður.
Axel Tórgarð skrivar soleiðis í bókini Dagar og nøvn í álmanakkanum:
So mætur maður sum ápostulin Pætur hevur tveir minningardagar í álmanakkanum, annar er pætursmessa 22. februar, og hin er pætursøka tann 29. juni. Dagurin í dag verður eisini róptur pætursstólur og sipar til halgisøguna um, at í tí kirkju í Antiokiu, har ápostulin gjørdist biskupur, varð sett eitt hásæti til hansara, so at øll kundu hoyra hann og síggja hann. Eftir sjey ár í Antiokiu fór Pætur til Róm, og hásætið ella stólurin fylgdi honum. Pætur gjørdist fyrsti pávin. Pávarnir siga seg vera eftirmenn hansara og sita í Pætur stóli. Á stólinums tendur skrivað: Ubi Petrus, ibi ecclesia - har sum Pætur er, har er kirkjan.
Søgan um Sankta Pætur, sum stendur við dyr himmiríkis og letur upp og aftur, er komin í av evangelisku frásøgnini í Matt. 15,19: »Eg vil geva tær himmiríkisins lyklar, og tað, sum tú bindur á jørð, skal vera bundið í himli, og tað, sum tú loysir á jørð, skal vera loyst í himli«.
Pætur verður tí vanliga avmyndaður við lykli í hendi. T.d. sæst hann á einum av kirkjubøstólunum við hesum lykli. Íslendingar rópa hann Lyklapétur.
Pætur er eftir grikska orðinum petros, sum mekir klettur.
Hesin dagurin verður eisini róptur fyrsti várdagur og várvinnutíð. Nógv var spátt um veðrið á hesum degi, m.a. varð sagt, at drap úr takskegginum pætursmessudag, skuldi várið verða gott, men reyk hvørt holið fult, skuldi tað verða kalt.