Fyrstu ferð við damu

Beinta Hjelm og Árni Petersen eru á Summarfestival á fyrsta sinni sum par.

 

- Í roynd og veru er hetta fyrstu ferð, at eg yvirhøvur eri á Summarfestival, sigur Beinta, sum er úr Havn.

 

- Eg havi ongantíð ordiliga verið tiltrekt at festivalinum, men nú Árni býr her, og haldi eg, at tað er stuttligt at royna, sigur hon.

 

Hjá Árna er tað øðrvísi.

 

- Eg plagi at vera her á hvørjum ári. Tá man er úr Klaksvík, so hevur man næstan skyldu at fara, sigur Árni flennandi.

 

- Men eg haldi, at hann er stak hugnaligur, sigur hann.

 

Fyri Beintu var tað eitt føroyskt navn, sum segði henni mest.

 

- Sjálvandi var tað stuttligt at síggja og hoyra Ronan Keating. Men fyri meg var tað nógv stuttligari at hoyra Kim Hansen, sigur hon.

 

- Faktist gleddi eg meg mest til fótbóltsdystin í gjár. Men hann endaði ikki so væl, sigur Árni og sipar til 3-1 tapið móti EB/Streymi.

 

Árni hevur tó eitt annað hæddarpunkt, sum yvirvinnur fótbóltin.

 

- Tað besta á hesum Summarfestivalinum er, at eg havi kunnað staðið á Vágsbøi, merkt stemningin og vaggað við damuni til bleytar poptónar frá Ronan Keating, sigur Árni glaður.