Fyrstu ferð nakrantíð á Eiði

Dart: 4. umfar Í FM-kappingini verður á Eiði

Eiðis Dartfelag er tað nyggjasta felagið, og um vikuskiftið verða teir vertir fyri teirra fyrstu dartkapping nakrantíð, skrivar Dartfelagið. Kappingin, sum er tann fjórða av tíggju FM-undankappingum, er ein opin kapping, har øll kunnu melda til.

 

Kappast verður í einstaklingum fyri kvinnur og menn. Hjá monnum verður spælt í A og B bólkið, har B bólkurin er meir roknaður til teir spælarar, sum vilja royna seg innan ítróttin, ella ikki føla seg so góðar, at teir kunnu kappast við elituna. Aftana verður spælt tvimansleikur.

 

Hjá kvinum hevur føroyameistarin, Beinta Joensen úr KDF, verið einaráðandi í ár, og hjá monnum eru tað serliga spælarar úr HDF, sum gera um seg. Uni Árting liggur í løtuni fremstur frammanfyri Jan McIntosh og Gunnari Mouritsen.

 

- Um tú vilt verða við í kappingini á Eiði, so ber til at melda til á heimasíðuni dartfo.com, sigur Dartsambandið.