Fyrstu mairøturnar úr Stóru Dímun á marknaðinum

- Lombini í ár eru nógv í tali, men tey eru ymisk í stødd, siga tey á Dímunargarði.

 

Týsdagin, hin 2. august, tóku tey í Stóru Dímun fyrstu mairøturnar í ár upp, og hesar eru longu komnar út í handlar kring landið.

 

Í nøkur ár hava tey gjørt nógv burtur úr velting í oynni, og serliga eru tað vælsmakkandi røturnar, sum dentur verður lagdur á.

 

Tað hevur verið sagt, at eplir veksa ikki so væl í Stóru Dímun, men røtur haðani bæði veksa og smakka sera væl.

 

Um virksemið á Dímunargarði kann annars sigast, at her vórðu tey liðug við roytingina longu í fyrstu viku av juli.

 

- Tá vit royta, geva vit samstundis heilivág og merkja lombini.

 

##med2##

 

Á Facebook-vanganum hjá Dímunargarði verður sagt, at lombini í ár eru nógv í tali, men tey eru ymisk í stødd.

 

Seyðurin í Stóru Dímun verður rikin í fýra fylgjum, og aftur í ár fingu tey góða hjálp frá fólki, sum komu út í oynna at hjálpa til.