FIMLEIKUR
Fitt av fólkið var og hugdi eftur steypakappingini í amboðsfimleiki, sum var í fimleikahøllini á Glyvrum leygardagin. Tað var Fimleikafelagið Støkk, sum saman við Føroya Fimleikasambandi skipaði fyri hesu fyrstu steypakappingini í amboðsfimleiki, sum er tann fyrsta av trimum kappingum í ár. Tvær tær næstu kappingarnar vera báðar í februar, og tá vera tað Havnar Fimleikafelag og Ljósið, sum skipa fyri hvør sínari steypakapping í Havn.
Fimleikararnir eru sera fegnir um, at teir hava fingið henda møguleika afturat at kappast, tí at nógv tíð og orka verður nýtt í fimleikahallunum kring landið til venjingar og fyrireikingar, og tá ið fleiri kappingar eru um árið, er lættari at halda motivatiónini uppi. At kappast verður í einstøku amboðunum fyri seg hevur eisini við sær, at fimleikararnir veruliga fáa høvi at vísa síni kynstur í teimum greinum, sum teir eru stinnastir í.
Tilsamans vóru umleið 25 fimleikarar, sum kappaðust leygardagin. Fimleikararnir vóru frá Ljósinum, Støkk og Havnar Fimleikafelag. Farið var undir at skipa fyri tílíkum steypakappingum í fjør, og fyribils eru kappingarnar bert fyri tveir teir elstu aldursbólkarnar. Sostatt vóru fýra bólkar, sum kappaðust leygardagin; kvinnurnar og kvinnuunglingarnir kappaðust á bitanum, meðan menninir og mansunglingarnir kappaðust í ringunum.
Næsta steypakappingin í amboðsfimleiki verður sunnudagin 11. februar í høllini á Stórheyggi í Havn. Tá fáa fimleikararnir høvi at kappast í lopi um hest.