Eitt lágtrýst beint vestan fyri Írland fer spakuliga í ein landnyrðing og viknar. Hetta ger, at Føroyar liggja í einum luftstreymi av landnyrðingi ella norðri. Mánadagin fer eitt lágtrýst við Skotland væntandi spakuliga í ein landnyrðing, men seinni í vikuni fer ein veikur hátrýstsryggur framvið okkum av vestri.
Í dag
Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s, men út á seinnapartin fleyr til gul av norðri ella ymsum ættum, undir 6 m/s. Sólglottar, men møguliga okkurt æl. Hitin um náttina millum 7 og 10 stig, um dagin millum 10 og 13 stig.
Veðrið um vikuskiftið
Lot til andøvsgul av norðri ella ymsum ættum, undir 8 m/s. Sólglottar, tó okkurt æl. Hitin um dagin millum 10 og 14 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.
Mánadagin
Lot til andvøsgul av eystri, 3 til 8 m/s, sum seinni snarar í ein norðan og møguliga øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men møguliga okkurt æl. Hitin millum 10 og 13 stig.
Týsdagin
Gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein vestan og makar nakað. Sólglottar, men møguliga okkurt æl. Hitin alt døgnið millum 10 og 13 stig.